FØROYSKT

Næstu skeid byrjar 14. august 2023.

Tá skeidid er fult kanst tú melda teg á bídilista her.

Full Money Back Guarantee

Vælkomin til 90-daga heilsuskeid.

Innleigandi er informatión um WILDFIT og um mína egnu WILDFIT royndir. Síðan koma ummælir frá nøkrum av luttakarunum frá mínum skeiðum.

WF 90 Heilsuskeidid er ein heilsuætlan sum broytir lív títt fyri altíð.

Ætlanin heldur á í 13 vikur og lærir teg nógv um teg sjálvan og tey val tú ger í sambandi við kost, og hví tú ger tey. Tá vit eta tann kost, sum er gjørdur til okkum menniskju, ger kroppurin eina náttúrliga vektjavning. Svøvnurin verður betri, tú fær meira orku og sleppur undan niðurtúrunum, tú ofta fært út á dagin. At fólk eisini kenna stórar heilsufyrimunir, kom sjónliga fram ta tíðina, eg gjøgnumførdi mína WF 90 challenge.

Fleiri av mínum ”liðfeløgum” fingu bilbukt við trupulleikar við skjaldkertlinum, ovurviðkvæmi, høgum blóðtrýsti og typu 2 diabetes. Enntá gikt og trupulleikar við liðunum, tunglyndi, angist og møði batnaði.

Eg byrjaði uppá WildFit, tí eg vildi gera okkurt við magatrupulleikarnar, eg havi havt í eini 15 ár, og fyri sleppa av við tey eyka 10 kiloini, eg havi fingið síðani eg kom í skiftisárini. Eg kendi skjótt, at magin fekk tað betri, og eftir átta vikum vóru allir trupulleikar burturi. Eg fór 11 kilo aftur og minkaði 52 cm um kroppin. Tríggjar mánaðir eftir at eg var liðug við WildFit 90 var eg farin 15 kilo aftur og var minkað 89 cm.

Ein av mínum kundum, sum eg arbeiddi saman við, tá eg tók mína útbúgving sum WildFit coach, hevði stórar trupulleikar við hjáholunum og pínu og møði í øllum kroppinum. Tá hennara ætlan var klár, varð hon biðin um at lýsa, hvussu hon hevði upplivað ”ferðina”, og tað, sum tók hana mest á bóli, var gleðin um, hvussu hon nú kundi anda gjøgnum nøsina, id ikki hevdi verid møguligt í nærum 10 ár og tad at hon hevdi fingid betri sjálvsálit. At hon so eisini er farin 15 kilo aftur og er sloppin av við møðina og pínuna í liðunum, er sum vera man eisini gott.

Eg valdi at útbúgva meg sum coach, tí eg sá og upplivdi allar heilsufyrimunirnir á míni egnu ferð og hjá mínum lidfeløgum.

Nú vil eg geva so nógvum sum gjørligt sama møguleika.

Noomi Midjord


Mítt navn er Ann Sóley Thomsen.

Orsøkin til at eg valdi WildFit er tann, at eg vildi fáa ein betri lívstíl og tapa meg, eins og fáa tað betri av mínari sukursjúku, men uttan góða hjálp so riggar tað ikki, so Noomi Midjord hevur eitt stórt rós uppiborið frá mær. Síðani eg byrjaði við hesum skeiði fyri 3 mánadum sídan og til nú havi eg tapt meg -15kg, mín lívstílur er batnaður, og mín sukursjúka er blivin so góð at eg havi hálvera heilivágin.

Eg havi eisini fingid nógv betur orku, pínan og møgin í akslum, ørmum og beinum er burtur og eg sovid nógv betur. Sum heild kann sigast at eg føli meg sum eitt nýtt menniskja.

Eg eri sera glad at eg valdi at gjøgnumføra hettar skeidid. Tad kann avgjørt viðmælast.


90 dagar har tilvitskan um mat er púrasta broytt.

Eg má viðurkenna, at eg havi ikki hugsa serliga nógv um, hvat eg etið,

og hvat er gott fyri meg. Eg havi til tíðir viga ov nógv, og fyri at siga sum tað er

ofta følt meg troytta, og ikki serliga væl upplagda, havi líkasum mangla yvirskot.

Eg havi roynt óteljandi kurðar, men tað hevur ongantíð givið mær nakað ella hildið mær til.

Eg var tó komin har til at okkurt mátti henda. Onkur hevði fortalt mær um WildFit, og tá eg so sá uppslagið á facebook um WildFit meldaði eg meg til, men trúði innast inni ikki, at eg fór at gjøgnumføra tað. 

Wildfit er so genialt uppbygt, og var sum skræddaraseymað til mín.

Tað at verða í einum bólki saman við øðrum, sum eru í nøkulunda somu støðu sum ein sjálv, er í sjálvum sær motiverandi. Tær løtur tá motivatiónin hevur hug at svíkja fái eg góða vegleiðing, stuðul og neyva informatión frá Noomi. So við og við verður ein meira og meira medvitin um heilsugóðan mat, hvussu góður hann er fyri ein ikki bara kropsliga men eisini mentalt.

90 daga ferðin er nú komin at enda, og eg eri bæði glað og takksom fyri, at eg tók hesa avgerðina. Tað er lættari at koma upp um morgnarnar, havi nógv meira orku, kropsliga hevur WildFit verið effektivt, ti eg havi tapt meg tey kiloini, sum eg setti mær sum mál. Tað týdningamiklasta av øllum er tó, at tann kropsliga og mentala vælveran hevur givið mær sera nógv, og hevur hjálpt mær at skáa nógvar lutur øðrvísið.

Eg kann heilt avgjørt viðmæla fólki WildFit.

Mariann


WildFit er so fantastiskt at eg kann bara lovprísa tann dagin eg tók avgerðina um at fara í gongd.

Sunrid Vang


Um tað er onkur sum skuldi gingið og yvast í at melda seg til WildFit, so kann eg bara fortelja tykkum, at tað koma tit ikki at angra. Tí tað er tað besta ein kann gera fyri seg sjálvan, um ein hevur onkrar trupulleikar at dragast við.

Eg kann bara siga frá mær sjálvari, at eg meldaði meg til WildFit tí eg, í mong ár, havi havt trongd til tað søta, og hesi seinni árini er tað versna so nógv, at eg var vorin so stór og tung, at eg orkaði ikki meg sjálva longur. Eg havi roynt allar møguligar klænkikurar, og okkurt hevur riggað eina tíð, men so er alt enda aftur í tí gamla.

Men so fyri nøkrum mánaðum síðan las eg um WildFit og tiltalaði tað meg so nógv, serliga tá eg sá tey góðu úrslitini fleiri høvdu fingið, men eg tordi ikki rættuliga at fara í holt við tað. Kortini hevur tað alla tíðina ligið har og búnast, til eg at enda yvirgav meg, og er tað eitt tað besta valið eg havi gjørt í lívinum.

WildFit er so fantastiskt at eg kann bara lovprísa tann dagin eg tók avgerðina um at fara í gongd. Og í dag havi eg tað bara so gott, tí nú havi eg sjálv vald á kroppinum, og dugi betur at siga nei takk til tað sum áður hevði vald á mær.

Eg byrjaði upp á WildFit skeiðið í mai 2019 og tá tað var liðugt í august var eg lætna 16 kg. Nú tað eru gingnir 7 mánaðir er vektin minkað 26 kg. Enn eri eg ikki komin á mál, meg eg veit at eg nokk skal klára tað.

Orkan er so nógv betur. Tað sum áður føldist tungt og ómøguligt kann ikki samanberast við í dag.

Svøvnurin er eisini vorin so nógv betur.
Eg havi plágast av hjartabankan í fleiri ár og havi tikið tablettir fyri tí. Í dag er alt burtur, eisini tablettirnar.

Men alt hettar hevði eg ikki sjálv komi ígjøgnum, um eg ikki hevdi havt Noomi at hjálpt og stuðla mær. Hon er barasta so fantastisk. Ein so góðan coach skal ein virkuliga leita leingi eftir.

So enn einaferð, til tann sum skuldi yvast, kann eg bara siga, royn tað.  

Heilsan, Sunrid Vang. 


Tað var ikki ein løtt avgerð, at melda meg til og beint áðrenn byrjan, hugsaði eg at leypa frá. Tað sum eg óttaðist mest, var at ” dumpa”.

sigur Bjørg.

Les vídari hví hon hóast alt byrjadi og hvat hon fekk burtur úr.

Hey Noomi.

Eg havi  verið partur av WildFit frá august til novembur ´19, – eitt vanligt 13 vikur skeið.

Tað var ikki ein løtt avgerð at melda meg til, og beint áðrenn byrjan hugsaði eg at leypa frá. Men eg kendi eina sum hevði roynt hetta og hon helt mær fast í at royna.

Tað sum eg óttaðist mest, var at ” dumpa”.

At dumpa í egnari fatan, – ikki at klára at gjøgnumføra, ikki at fáa vektina munandi niður, ikki at standa við einum sigri tá liðugt var,  – tað var tað ringast hugsandi fyri meg.

Og tað var tað av góðum grundum:

Tað finnist neyvan ein klænkikurur sum eg ikki havi roynt, og eftirsum at vektin í august mána var hægri enn nakrantíð, so sigur tað seg sjálvt, at allir hesir klænkikurarnir ikki eru loysnin.

Mær dámar heldur ikki orðið: ”livsstíls-broyting”. Veit ikki hví, men mær dámar ikki orðið. Allarhelst tí at eg væntaði ongantíð at eg kundi broyta lívsstíl. Og eitt visti eg eisini; eg fór ongantíð at liva grønt! Aldrin.
…………..
Nú er komi millum jóla og nýggjár.
Wf skeiðið er væl og virðiliga liðugt. Og…..
Soleiðis hugsi eg nú fleiri ferðir um dagin:
” Gævið  næstu dagarnir ganga skjótt.  Gleði meg so nógv til gerandisdagurin byrjar aftur, soleiðis  at eg kann fara at rudda út úr spísikamarinum og kuldaskápinum. Út við øllum søtum og øllum hinum skramblinum og inn við eini ørgrynnu av grønum, góðum, styrkjandi og leskiligum …..” Tí tað sum hendi hasar 13 vikurnar var, at alt mítt lív bleiv vent á høvdið.
Hvørki meir ella minni.

Við at fara, ein dag ísenn, saman við ómetaliga dugnaligum vegleiðarum og øðrum konum sum vildu tað  sama sum eg, – stig fyri stig ígjøgnum eina, ja, lívsstílsbroyting, so broyttist mítt ”mind-sett”, mín tankagangur, mín vitan  um føðslu, um matvørur, um matvanar, um kroppin. Og samstundis broyttist mín kroppur.

Hygg her also! Knappliga var ongin pína í  knøðunum, sum annars skuldu havt verið skift út longu fyri 10 árum síðani, tí tey vóru so slitin. Dagliga pínan sum  darvaði á so nógvar mátar, var burtur. Og tarmarnir sum vóru ein sonn marra, skikkaðu sær knappliga sum einglar! Høvuðpínu herindini sum kundu koma fleiri ferðir um vikuna, hava verið tvær ferðir, alla hesa tíðina. Ovurviðkvæmi sum hevur havt við sær fleiri akuttar innleggingar, hvarv.

Men……nú, um jólini, har eg havi valt at spæla við, at eta alt tað sum man hugsar, hoyrir jólunum til,  nú byrjar tað ymiska at vísa seg aftur: stív í knøðunum, pínu í tarmunum, bróstsviða, skiftandi diarré og øvugt, høvuðpínu, sovið illa um næturnar, alt tað sum eg kenni so væl og sum næstan var fari í gloymibókina. Nú er tað aftur tann gerandisdagurin.
Men hann verður vendur mikudagin, komandi.
Fyri mítt viðkomandi og fyri alt húskid.
Tí tað er ikki bara eg sum havi notið gott av hesum skeiðinum, øll familjan hevur elska nýggja ”stílin”.

Fyri at koma í gongd aftur, má eg fáa hjálp og vegleiðing frá Noomi. Tí tað má gerast rætt. Og eg eri sannførd um, at mátin, ið Wf brúkar, er tann rætti. Og vegleiðingin, lívlinjan sum Noomi er, er altavgerðandi.
Eg havi slett ikki nevnt vektina í hesum. Men at fara niður í vekt var eitt av aðalmálunum hjá mær. Heilt skjótt fóru 10 kilo av og so líðandi 3 afturat. 
Jólaaftan græt eg av gleði um einar nýggjar buksur. Tær vóru IKKI frá Zizzi! Eg haldi ikki at tað ber til at fara niður í vekt, og vera verðandi har, á annan hátt enn hendan. Tað siga mínar royndir mær í hvussu er.
Tí trúgvi eg eisini, at við hjálp víðari, so skal eg klára at fara 10 kilo niður í vekt fram til  juni 2020 og so 10 kilo aftur til jólini 2020

Eg skilji væl um man meldar seg til hetta og so angrar. Men ongin kann vera verri enn eg. Bæði við tankanum um at ”dumpa”, at vera ein katastrofa, at vera til grin osfr.
Og eisini óttin fyri øllum tí ókenda: matinum, svongdini, reglunum, avbjóðingunum, at skula vera fyri uttan – gloym tað. Far í gongd. Ger hetta fyri teg sjálvan! Set teg sjálvan í fokus í eina tíð. Fá húsfólki til at lova at stuðla tær. Hav eitt mál at ganga eftir.
Tað verður strævi, ja.
Tað er hart, ja.
Tað er ikki lætt, nei.
Men hvat so?
Hvat er betur?
At liva gott, uttan pínu, at fara niður í vekt – síggja eina nýggja mynd í speglinum nærum dagliga, at byrja at brúka belti í buksunum ( tað er faktisk ordiliga deiligt)- 
ella hitt, at halda áfram við stílinum sum er?

Eitt veit eg: tá eg havi klára tað higartil, so klára øll tað. Øll. 
Allarbestu eydnu við tí.
Bjørg



Eg eri so ótrúliga glað fyri, at eg  valdi, at melda meg til WildFit! Aftan á fáar vikur við WildFit merkti eg hvussu  kroppurin broyttist og eg fekk tað so nógv betur.

Heidi

heidi

Eg eri so ótrúliga glað fyri, at eg  valdi, at melda meg til WildFit!

Ígjøgnum ein stóran part av mínum lívið havi eg havt trupulleikar og pínu í búkinum/tarmunum. Tey síðstu árini er trupulleikin bara versnaður so við og við, og at enda kendist tað sum um, at eg einki kundi eta uttan at blíva illa fyri og fáa pínu. Kroppurin var sera stressaður, fullur í vesku og eg hevði eisini pínu í vøddum og liðum. Eg var móð og illa fyri. Harafturat var eg sera ofta forkøla og sjúk og eg bleiv noydd til dagliga at taka heilivág fyri astma, tí eg var so trong og orkaði illa at anda.

Tá ið eg so hoyrdi um WildFit og las søgurnar hjá fleiri, ið høvdu fingið hjálp til líknandi trupulleikar, sum eg hevði ; tá tók eg avgerðina – nú skuldi tað verða tí eg orkaði ikki meira!

Aftan á fáar vikur við WildFit merkti eg hvussu  kroppurin broyttist og eg fekk tað so nógv betur. Tað hevur verið heilt ótrúligt at uppliva. Nú skeiðið er liðugt eri eg sloppin av við pínuna í búkinum/tarmunum og eg kann njóta at eta aftur. Tað er ein fantastisk kensla! Eg havi fingið nógv meira orku og eg hugsi klárari. Pínan í vøddum og liðum er burtur. Eg sovi betur um náttina og føli meg úthvílda, tá ið eg vakni um morgunin. Heilivágin fyri astma eri eg sloppin av við. Sum bonus havi eg blaka nógv kg og cm av kroppinum og eg føli meg nógv ár yngri. Eg havi tað fantastiskt í sinn og skinn.

Noomi hevur verið heilt ótrúlig at hjálpt og stuðla ígjøgnum alt skeiðið.  Uttan hana hevði hetta ikki borið til. Eg eri so sera, sera takksom fyri hennara hjálp <3. Túsund takk fyri Noomi og WildFit .

Heidi


Please don´t hesitate to join the WildFit challenge. You owe it to yourself to feel great, and this sure works. My life has changed forever, so has the way I eat. Absolutely no doubt about that.
I´m now in control of what I choose to eat, and not the food in control of me. I literally feel like I´m 25 years old again. Bursting with energy. 

Eyðvør

received_1655566357880456

What a wake up call in life.

Decided to get onboard my WildFit journey in January 2019, like so many others, and what a ride it has been.
Has been a fun and very educational journey, and I enjoyed every minute of it.
I was very tired all the time, had NO energy at all. After work I just existed.
I don´t think there is a diet out there that I haven´t tried at one point in my life, at least once. But they surely were never working out in the long run. So I was sceptic, but thankfully I was also curious enough.


I saw Noomi´s own results, and the result of one more of my facebook friends, I just had to go for it. Things couldn´t get any worse anyway.
The fantastic engagement and encouragement from Noomi Midjord helping me/us with the 90 days WildFit challenge, is just unbelievable.
My life has changed forever, so has the way I eat. Absolutely no doubt about that.
I´m now in control of what I choose to eat, and not the food in control of me.
My goal to get more energy, I reached after only a few weeks. 
Huge bonus was that I sleep like a baby. Pain in my shoulder is gone. My mood is better. I lost 16 kilos and 87,5 cm around my body. Even tried to measure myself 10 times, I really didn´t believe it. Not  at 1st, and was completely sure there was something wrong with my measurements 2nd time, but ended up with the same result every time.
Please don´t hesitate to join the WildFit challenge. You owe it to yourself to feel great, and this sure works.
You will NEVER regret.
Thank You, for teaching me what the right food could do for me. Even after turning 50. 
I literally feel like I´m 25 years old again. Bursting with energy. I feel great. Ready for any challenge.

Eyðvør


Eg kann ikki minnast nær eg havi havt pínu seinast. Øll familjan er eisini farin at eta sunnari.

Vónbjørt

vónbjørt-2

Eg valdi at melda meg til WildFit, tí eg hevði trupuleikar við maganum. Eftir at hava liva WF í 3 mánaðir, havi eg tað nógv betur. Kann ikki minnast nær eg havi havt pínu seinast. Mínir liðir hava tað eisini betur. Eg havi tapt nøkur kilo og eri nøgd við mína vekt. Eisini er familjan farin at eta sunnari og eru vit øll nú meira bevíst um hvat vit eta.

Vit hava lært at eta reinan mat og hvussu nógv betur reinur matur er fyri okkum. Eg kann viðmæla øllum at royna WildFit.

Vónbjørt Sørensen


Nú havi eg lært hvussu gott eg kann hava tað við at eta góðan reinan mat. 

Margretha Ferjá

Eg valdi at royna WildFit, vegna at eg hevði nógvar trupulleikar við heilsuni. Eg havi cøliaki, trupulleikar vid tarmunum, hitabylgjur og ryggjapínu.

Nú havi eg lært hvussu gott eg kann hava tað við at eta góðan reinan mat, og hvussu nógvur matur sum vit fylla í okkum als ikki er mannaføði. Tað eg vónaði, men kanska ikki róknað við skuldi henda, hendi. Hitabylgjunar og búkpínan er burtur og síst men ikki minst, so eri eg eisini lætna 10 kg!!

WildFit kann eg viðmæla og Noomi Midjord dugir væl at leiða okkum ígjøgnum teir 90 dagarnar.

Margretha Ferjá.


”Eg havi fingið alt, sum eg hevði droymt um; betur orku, betri svøvn, sunnari lívsstíl og mitt sjálvsvirði er stiga ein heilan deil.”

Nina Holm

NinaTú, sum lesur hettar, hugsar tú um at fáa eitt annað lív, betri orku, vælveru, sunnari matvanar? her er loysnin, ”WildFit”.

Eg havi fingið alt, sum eg hevði droymt um 😊

Tað, sum eg haldi eisini er so fantastiskt við WildFit er, at eg kundi sita heima hjá mær sjálvum, ja ella hvar, sum helst í verðini og fáa vegleiðing frá Noomi, sum hevur verið ein fyrimyndarligur góður ”Coach”.

Tað sum WildFit gongur út uppá er, at tú skalt ongantíð verða svong.  Onki við at ganga og líða, altso pína teg sjálvan, onki við at telja kaloriur, trena o.s.v. Hetter er ein kostætlan, ein lívsstílsbroyting.

Alt hettar tiltalaði meg.

Eg hevði trupuleikar við maganum og havi havt tað í longri tíð, ja fleiri ár, so eg hugsaði at WildFit fór kanska at hjálpa uppá tað. Sjálvandi hugsaði eg eisini um nøkur kilo, ja tað gera vit konufólk, er tað ikki so?

Í dag eri eg so lætna nøkur kilo, havi fingið stýr á maganum, sum er fantastiskt. Nú havi eg bara ein búk, sum øll onnur. Magin eri  ikki uppblástur og eg havi onga pínu. Tá eg leggi meg um kvøldi er magin í ró. Hann leikar ikki í tí hann hevur fingið okkurt minni gott frá mær gjøgnum dagin.

Í dag er mín hugsunarháttur viðvíkjandi matvanum eisini broyttur.

Eg havi fingið betur orku, betri svøvn, sunnari lívsstíl og mitt sjálvsvirði er stiga ein heilan deil.

Eg vil til ein og hvørja tíð anbefalla øllum, sum hugsa um at broyta  lívsstíl, at royna WildFit.

Og, sum sagt, so var Noomi fantastisk at leiða okkum í gjøgnum hettar, hon eigur virkuliga rós uppiborið.

So tú, sum ynskir varandi broyting melda teg til WilfFit, tað kemur tú ikki at angra

Nina Holm


”Eg havi verið sera glað fyri at eg valdi at fara gjøgnum hetta, tí eg havi nú fingið ein nýggjan, sunnari livihátt.”

Tórun Beck

2018-09-10 20.05.46

Tá eg fyrst læs um WildFit á Facebook, helt eg at hetta mátti eg royna. Tað fyrsta eg hugsaði var at eg skuldi tapa meg eini 10 kg. Men so tá vit byrjaði og vit gjørdu vissar broytingar i kostinum, fekk eg kaldar føtur og ætlaði at hoppa av. Eg bleiv tíbetur yvirtala at halda fram og so varð.

Eg havi verið sera glað fyri at eg valdi at fara gjøgnum hetta, tí eg havi nú fingið ein nýggjan, sunnari livihátt.

Eitt keðiligt ið eg hevði áðrenn, var at tá eg át nakað við róma, kom alt upp aftur. Tað kundi halda fram í einar 2 tímar, hvørja ferð eg reisti meg upp, kom meira upp. Hetta eri eg so heilt sloppin av við nu.

Tá skeiðið var liðugt, hevði et tapt heili 13 kg.

Eg havi altíð havt stórar brúnar randir um eyguni, tað sá so keðiligt út, men nú er alt tað burtur og eg síggi nógv frískari út.

Wildfit hevur gjørt at eg sum heild havi fingið tað nógv betur. Hetta kann viðmælast.

Vit hava eisini havt ein fantastiskan vegleiðara. Um tað ikki var fyri hana, veit eg ikki, um eg hevði komi ígjøgnum hetta.

At liva Wildfit er gott og eg ætli at liva soleiðis 95%

Takk, Noomi, uttan teg var eg enn ósunn og feit.

Tórun Beck


Síðani eg byrjaði uppá Wildfit eri eg farin at sova betur, havi fingið meira energi og enn tá fingið blóðtrýstið uppá pláss. Eg havi gott nokk ikki tapt meg so nógv kilo, men eri minka allastaðni um kroppin og av tí sama føli eg meg nógv betur tilpassar.

Eg eri blivin meira bevíst um kostin, sum eisini var meiningin við at eg meldaði meg til Wildfit, so 1000 takk fyri møguleikan at verða við, tað var akkurát tað eg hevði brúk fyri 🙂

Winnie Petersen